Ungdómsdeild skal fáa ung at læna bøkur

Ungdómsdeild skal fáa ung at læna bøkur
Býarbókasavnið í Havn fer nú at gera eina serliga ungdómsdeild í eini roynd at fáa ung at læna bøkur
Mynd: Savnsmynd  
 
25.06.2021 - 07:36

Ein ungdómsdeild skal gerast í Býarbókasavninum í Havn.

Endamálið er at fáa ung fólk at læna bøkur og annars vera í ungdómsdeildini, sum verður á aðru hædd.

Smápartafelagið Valaverk skal innrætta deildina.

Arbeiðið byrjar í september og verður væntandi liðugt um ársskiftið, sigur Tórshavnar kommuna. 

Verkætlanin kostar 1,7 mio.kr. 

Tá eru onkrar umvælingar á Barnabókasavninum taldar við.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216