Norska flogfelagið Widerøe fer at flúgva til Føroya

Norska flogfelagið Widerøe fer at flúgva til Føroya
Norska flogfelagið Widerøe hevur í dag boðað frá, at tað í heyst fer undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Bergen og Vágar
Tað verða Bombardier Dash 8 Q400, sum far at røkja Føroyaflúgvingina hjá Widerøe
Mynd: Widerøe.no  
 
29.06.2021 - 15:13

3. september verður eitt nýtt flogfelag regluliga at síggja í Vága floghavn.

Tá fer norska flogfelagið Widerøe at flúgva tvær ferðir um vikuna til Føroya, mánadag og fríggjadag. Málið er við tíðini at økja um týttleikan.

Hetta boðar Vága floghavn frá í tíðindaskrivi. 

“Tað er neyvan ivi um, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild," sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn. 

"Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi, tí tey í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk."

 

Bombardier Dash 8

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.

Hesi taka 78 ferðandi, og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí, so hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

“Vit eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlanina, og síggja hana sum eitt stig á leiðini at menna bæði floghavnina og ferðavinnuna her heima”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn. 

Widerøe er størsta landspartaflogfelag í Skandinavia, og felagið hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noregi úr Bergen. Talan er um 49 ferðamál í Noregi og Evropa, hóast ikki ber til at flúgva til øll hesi beinleiðis úr Bergen, stendur í tíðindaskrivinum frá Vága floghavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Andaktin
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400