Fólk keypa nógv fleiri klæðir í ár enn í fjør

Fólk keypa nógv fleiri klæðir í ár enn í fjør
Handlarnir í Føroyum seldu nógv meira í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fyrsta ársfjóðingi í fjør
 
01.07.2021 - 08:21

Hagstovan sigur, at í bólkinum, sum eitur matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur, er umsetningurin seks prosent størri í ár enn í fjør.

Príshækkingin í bólkinum er 0,4 prosent.   

Í bólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð er umsetningurin 21 prosent størri.

Príshækkingin har er eitt prosent.

Størsti vøksturin er í bólkinum, sum eitur klædnavørur og fótbúnaður. Har var umsetningurin heili 59 prosent størri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør. 

Prísirnir á klæðum og skóm eru hækkaðir trý prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026