Føroyar fáa 10.500 rumenskar skamtar

Føroyar fáa 10.500 rumenskar skamtar
Enn er ikki greitt, hvussu teir 10.500 rumensku skamtarnir ávirka føroysku koppingarætlanina. Koppingarætlanin er ikki dagførd enn, sigur sjúkrahúsverkið
10.500 rumenskir koma til Føroya, men enn er ikki greitt, hvussu tað ávirkar føroysku koppsetingarætlanina
Mynd: Savnsmynd  
 
01.07.2021 - 10:37

Koppingarætlanin í Danmark verður flutt tvær vikur fram. 

Tað hevur danska heilsustýrið júst almannakunngjørt.

Hetta hendir eftir at Danmark hevur keypt 1,17 mió skamtar av koronakoppingarevnið úr Rumenia.

Nú skulu øll tey, sum vilja koppsetast, eftir ætlan hava fingið seinna prikið 29. august, sambært dagførdu donsku koppsetingarætlanini.

 

Koppingarætlanin ikki dagførd

Føroyska koppingarætlanin er ikki dagførd enn, upplýsir Sjúkrahúsverkið, men hetta verður væntandi gjørt skjótt.

Sjúkrahúsverkið hevur eisini fingið vátta, at teir eyka skamtarnir, sum Danmark nú hevur keypt, verða býttir eftir tí vanliga lutfallinum. Hetta merkir at umleið 10.500 skamtar koma til Føroya.

Tað er tó ikki greitt enn júst nær teir koma til Føroya.

 

12 til 15 ára gomul kunnu koppsetast

Sum nakað nýtt stendur nú 12-15 ára gomlum eisini í boði at vera koppsett eftir donsku koppingarætlanini.

Fyrstu skamtarnir úr Rumina koma longu til Danmarkar í kvøld,. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815