Myrkt ein tíma um dagin í Tjørnuvík

Myrkt ein tíma um dagin í Tjørnuvík
Fólk í Tjørnuvík mugu finna seg í, at streymurin er burtur ein tíma um dagin
 
01.07.2021 - 11:28

Seinastu dagarnar hevur SEV lýst við streymsliti í ein tíma um dagin í Tjørnuvík.

Hetta er í sambandi við, at eftirlit verður gjørt við linjunum millum Haldórsvík og Tjørnuvík, og streymurin verður slitin, tí ein motorur verður settur til.

Fólk frá SEV fara upp í hvønn pela á teinunum millum bygdirnar báðar, og sambært Jón Nielsen, raktstrarleiðara á SEV, er alt, sum tað skal verða, og arbeiðið verður helst liðugt í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444