Nýtt ES-boykott spøkir

Nýtt ES-boykott spøkir
Sosialurin veit í dag at siga, at ES umhugsar eitt nýtt boykott móti Føroyum. "Primitivt," sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
ES umhugsar at boykotta Føroyar aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
02.07.2021 - 14:27

ES fer møguliga at boykotta Føroyar í einum nýggjum makrelstríði. Tað skrivar Sosialurin í dag. Orsøkin er úrslitaleysu samráðingarnar um makrelbýtið millum strandalondini.  

Sosialurin skrivar, at føroysk embætisfólk hava fingið at vita á einum fundi í Brússel, at ein ætlan um boykotta Føroyar er í umbúna, men enn er einki ítøkiligt uppskot komið til viðgerðar. 

- Eg haldi, at hetter er ein ómetaliga primitivur máti at arbeiða uppá, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum við Sosialin.

Føroyar hava hækkað sína makrelkvotu við 60.000 tonsum í ár, og hon er tilsamans 167.000 tons í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844