Fríkendur fyri dráp

Fríkendur fyri dráp
Nevningartingið hevur fríkent 26 ára gamla mannin, sum var ákærdur fyri mansdráp
 
07.07.2021 - 09:21

26 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri dráp, er í morgun fríkendur í nevningartinginum. 

Ákæruvaldið ákærdi mannin fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen við á ógreiðan hátt at hava kastað ella skumpað hana á sjógv, fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði. 

Dómsviðgerð var í málinum fyrr í vikuni, og síðan tá hava nevningarnir tikið støðu í málinum. 

Meira verður at frætta seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV