Djordjevic flytur úr ÍF til TB

Djordjevic flytur úr ÍF til TB
TB setir øll segl til í einari roynd at bjarga sær lívinum í bestu deildini, og nú hevur felagið fingið tilgongd av Filip Djordjevic úr ÍF
Filip Djordjevic fer at umboða TB í seinnu hálvu av kappingini
Mynd: TB  
 
11.07.2021 - 15:40

Á Tvøroyri liva tey enn í vónini um, at tað skal eydnast TB at varðveita plássið í bestu fótbóltsdeildini. 

Í tí sambandi, hevur TB skrivað sáttmála við áleyparan Filip Djordjevic, sum sostatt flytur úr ÍF til TB. 

Á Facebook skrivar TB-leiðslan, at uppgávan at varðveita sætið í bestu deildini er møtimikil, men ikki ómøgulig. 

Fleiri leikarar eru eisini givnir í TB, og leiðslan í felagnum takkar teimum fyri tíðina, men fegnast um tilgongdina av nýggjum leikarum. 

"Vit hava fingið nýggjar leikarar ístaðin fyri teir, ið eru givnir, og ynskja vit teimum vælkomnum í felagið. Tann seinasta undirskriftin kom í gjár, tá ið sáttmáli varð gjørdur við roynda og evnaríka Filip Djordjevic, ið sostatt flytir frá ÍF til TB."

Filip Djordjevic er 27 ára gamal. Hann er serbiskur ríkisborgari, høgra beintur, og kann spæla bæði á miðjuni og í álopinum.

Djordjevic hevur umboðað KÍ, Víking og ÍF, og á Faroescoccer.com  er hann skrásettur fyri 244 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið 39 mál. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290