Korona sløkkir ljósfestina í Vági

Korona sløkkir ljósfestina í Vági
Tiltakið Ljósfest í Vági, sum skuldi hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Verkinum í Botni, er avlýst
Mynd: Vágs kommuna  
 
13.07.2021 - 09:07

Ljósfestin, sum skuldi vera í Vági næsta vikuskifti, er útsett.

Koronustøðan er orsøkin.

Undantikin er tó framsýningin hjá SEV í Miðlatúni.

Ljósfest er tiltak, sum skal hátíðarhalda, at tað eru 100 ár síðani Verkið í Botni í Vági varð tikið í nýtslu. 

Tað var nevniliga 18. juli í 1921, at Verkið í Botni bleiv tikið í nýtslu.

Vágs kommuna og SEV siga, at nú verður arbeitt við at hava Ljósfestina í heyst.

Tey siga seg harmast um, at fráboðanin um útsetingina kemur so seint, men siga seg hava bíðað sum longst og fylgt væl við, hvussu støðan viðvíkjandi koronu mentist.

Arbeitt verður við, at skipa fyri Ljósfestini í heyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026