Summar Festivalurin er avlýstur

Summar Festivalurin er avlýstur
Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Summar Festivalurin 2021 verður avlýstur
Heldur eingin Summarfestivalur verður í ár
Mynd: Summarfestivalurin  
 
14.07.2021 - 16:53

Eingin Summar Festivalur verður hildin í 2021. 

Hetta boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi. 

Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Summar Festivalurin 2021 verður avlýstur.

Landsins størsta tónleikatiltak skuldi haldast dagarnar 5. til 7 august, men tað verður av ongum.

 

Annað árið á rað

Hetta er annað árið á rað, at Summar Festivalurin verður avlýstur orsakað av koronufarsóttini.

– Tað er framvegis rættiliga ógreitt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir fyrst í august mánaði, og óvissan ger, at vit nú velja at avlýsa Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summar Festivalin.

– Vit hava seinastu tíðina arbeitt miðvíst við fyrireikingunum til ársins festival, men nú velja vit at traðka á bremsuna. Summar Festivalurin er eitt risastórt tiltak, sum krevur sera nógv arbeiði frá nógvum fólki, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við fyrireikingunum, tá ið møguleiki er fyri, at festivalurin kann verða avlýstur, stutt áðrenn hann skal haldast. Óvissan og vágin eru heilt einfalt ov stór, sigur hann.

– Vit hava glett okkum til halda Summmar Festivalin í ár, og vit harmast um, at tað er neyðugt at taka hesa avgerð, men vit kenna okkum ikki hava annað val, sigur Erik Biskopstø.

Í næstum kemur kunning um endurrindan av atgongumerkjum.

Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844