Bashar al-Assad afturvaldur

Bashar al-Assad afturvaldur
Sýriski forsetin Bashar al-Assad er svorin í eið fyri fjórðu ferð til enn eitt sjey ára forsetaskeið
 
18.07.2021 - 13:51

Sýriski forsetin Bashar al-Assad er í eið fyri fjórðu ferð til enn eitt sjey ára forsetaskeið.

Á valinum í mai mánaði fekk hann 95 prosent av atkvøðunum og varð afturvaldur. Hini bæði valevnini fingu ávikavist 3,3 og 1,5 prosent av atkvøðunum.

Valluttøkan var sambært tingformanninum 78 prosent.

 

Órættvíst

USA, Bretland, Týskland, Frakland og Italia hava sagt, at forsetavalið var hvørki frælst ella rættvíst, og sýriska andstøðan hevur kallað valið eina "farsu".

Valið í mai varð hildið, sjálvt um sýriska stjórnin er partur av eini friðartilgongd undir ST, ið leggur upp til eina nýggja grundlóg, sum skal tryggja fræls og rættvís val undir eftirliti av ST.

Men valið varð bert hildið í teimum pørtum av landinum, sum stjórnarherurin hevur tamarhald á, og á nøkrum sýriskum sendistovum. Í útnyrðingspartinum av Sýria, har uppreistrarherurin hevur valdið, búgva tríggjar milliónir fólk. Har hava mótmæli verið móti valinum.

Sýria hevði eisini forsetaval í 2014, tá borgarakríggið leikaði upp á tað harðasta. Tá fekk Bashar al-Assad 88 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537