Ólavsøkukórið fer at syngja

Ólavsøkukórið fer at syngja
Nú er avgjørt, at ólavsøkukórið fer at syngja sum vanligt á ólavsøku
Havnakórið tók sær av kórsanginum á ólavsøku í fjør
Mynd: Bjarni Á Rubeksen  
 
18.07.2021 - 09:59

Nú er avgjørt, at ólavsøkukórið fer at syngja sum vanligt á ólavsøku.

Kórsamband Føroya hevur samskift við koronuráðgevingina, og nevndin hevur nú avrátt, at ólavsøkukórið fer at syngja á Tinghúsvøllinum í ár.

Nakað av óvissu hevur verið, um tað er ráðiligt at hava stórt kór á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun.

Kórsambandið hevur tó gjørt av, at sangarar, sum ætla sær at syngja í kórinum, eiga at verða koppsettir, og sangarar sum koma uttanlands, skulu hava negativa test á 4. degnum.

Í fjør varð ikki hildið ráðiligt at savna stórt kór, sum støðan var tá. Tí varð heitt á Havnarkórið um at taka sær av sanginum. Men í ár verður so vent aftur til vanligu siðvenjuna við stórum felagskórið. Tað verður Bernharður Wilkinson, sum fer at stjórna kórinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444