Klakkur ger vísindaligar royndir fyri Havstovuna

Klakkur ger vísindaligar royndir fyri Havstovuna
Nógv skip eru út til fiskiskap í løtuni, meðan Klakkur hevur verið á Flemish Cap fyri Havstovuna
 
19.07.2021 - 08:12

Tvey ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Tey fiska longu, brosmu og tosk. 

Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum.

Klakkur, sum hevði royndarloyvi á Flemish Cap, kom heim í gjár. Í samstarvi við Havstovuna gjørdi Klakkur vísindaligar royndir. Hann kannaði toskin á Flemish Cap.

Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðrið verður gott, so helst verður nakað av útróðri, sigur Fiskamarknaðurin.

 

Partrolarar og trolbátar

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva. 

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fimm pør fiska upsa og trý pør fiska gulllaks.

Bara ein trolbátur er úti. Hann er á landleiðini og fiskar tosk, tungu, havtasku og reyðsprøku. 

Væntandi skuldu fleiri trolbátar fara út nú um vikuskiftið.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719