Føroyingar kunnu koppsetast í Danmark

Føroyingar kunnu koppsetast í Danmark
Danska heilsumálaráðið boðar nú frá, at føroyingar og grønlendingar kunnu koppsetast fyri koronu í Danmark
 
23.07.2021 - 11:36

Føroyingar og grønlendingar kunnu nú koppsetast fyri covid-19 í Danmark. 

Tað boðar danska heilsumálaráðið frá í dag. 

Áður hava einans føroyingar og grønlendingar við bústaði í Danmark havt møguleikan, men er kravið um bústað nú strikað. 

Nú er einasta krav, at persónurin hevur bústað í Ríkisfelagsskapinum. 

Danska kunngerðin er broytt, tí nú verður mett, at tað er nokk til av koppingarevni at koppseta teir føroyingar og grønlendingar, sum av ymsum ávum, eru í Danmark. 

Mett verður, at talan er um eini 5.500 fólk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076