Útlátið vaks fimm prosent í fjør

Útlátið vaks fimm prosent í fjør
Fiskiskip eiga størsta partin av útlátinum, góð 40 prosent. Útlendsku fskiskipini áttu størra partin
Eftir at útlátið var rættiliga støðugt fram til 2016, vaks útlátið ógvisliga í 2017, næstan 20 prosent.
 
27.07.2021 - 08:48

CO2-útlátið í Føroyum minkar ikki, tvørturímóti.

Tað var 4,7 prosent størri í 2020 enn í 2019, upplýsir Umhvørvisstovan. 

Eftir at útlátið var rættiliga støðugt fram til 2016, vaks útlátið ógvisliga í 2017, næstan 20 prosent.

Í 2018 var vøksturin 12 prosent og í 2019 seks prosent.

Seinastu fýra árini er útlátið vaksið meira enn 25 prosent.

Sum vant áttu fiskiskipini størsta partin, góð 40 prosent, av útlátinum í fjør. Tey útlendsku fiskiskipini áttu størra partin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343