Støkk inn koppsetingar byrja aftur í morgin

bannari
Støkk inn koppsetingar byrja aftur í morgin
Í morgin, mánadagin 2. august, letur Sjúkrahúsverkið aftur upp fyri støkk inn-koppseting á øllum trimum sjúkrahúsunum.
 
01.08.2021 - 14:18

Til ber at støkka inn á koppsetingarstøðirnar á sjúkrahúsunum millum kl. 17.30-18.30 uttan at hava bílagt tíð frammanundan.

Fyri at fáa fleiri føroyingar at lata seg koppseta fyri koronu, gjørdi Sjúkrahúsverkið fyri tveimum vikum síðani av at veita borgarum møguleika fyri at støkka inn til koppseting uttan at bíleggja sær tíð frammanundan.

Fyrsta royndin varð gjørd leygardagin 17. juli á Landssjúkrahúsinum, og síðani varð latið upp fyri støkk inn-koppseting á øllum trimum sjúkrahúsum tveir dagar seinni.

Sambært Sjúkrahúsverkinum var góð undirtøka fyri støkk inn-koppseting - smá 100 fólk um tíman.

Um ein ynskir at tryggja sær eina tíð áðrenn, ber til at bíleggja á corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809