VAR skal brúkast til landsdystir á Tórsvølli

VAR skal brúkast til landsdystir á Tórsvølli
Sostatt verður HM-undankappingardysturin móti Ísrael á Tórsvølli 1. september søguligur, tí hann verður fyrsti dystur í Føroyum, har VAR verður brúkt
Mynd: fifa.com  
 
11.08.2021 - 17:40

Nú kemur VAR eisini til Føroyar. 

VAR stendur fyri Video Assistant Referee verður í framtíðini brúkt til A-landsdystir í fótbólti hjá monnum. 

Tað boðar Fótbóltssambandið frá á heimasíðuni. 

Sostatt verður HM-undankappingardysturin móti Ísrael á Tórsvølli 1. september søguligur, tí hann verður fyrsti dystur í Føroyum, har VAR verður brúkt.

Seinastu tvey til trý árini hevur VAR verið brúkt í stóru kappingunum kring Evropa og í HM- og EM-endaspølum. 

Men nú hevur UEFA avgjørt, at VAR eisini skal brúkast í HM- og EM-undankappingardystum hjá monnnum.

Endamálið við VAR er at hjálpa dómarunum at taka rættar avgerðir. 

Hetta verður millum annað gjørt við at geva dómaranum møguleikan at síggja støður umaftur á video, um hann møguliga hava mistikið seg.

>>SÍ VIDEO UM VAR


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391