Nertið ikki við sjúkan ella deyðan fugl

Nertið ikki við sjúkan ella deyðan fugl
Fuglakrím plágar nógv grannalond, og Heilsufrøðiliga starvsstovan biður fólk um at boða frá, um tey finna sjúkan ella deyðan fugl
Allur fuglur kann fáa fuglakrím, eisini hønur, gæs og dunnur
 
16.08.2021 - 09:26

Heilsufrøðiliga starvsstovan biður fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl, men at boða Heilsufrøðiligu starvsstovnuni frá, um tey finna sjúkan ella deyðan fugl.

Fuglakrím plágar nógv grannalond, og nú í august er fuglakrím staðfest hjá skúgvi á oynni Fair Isle í Hetlandi.

Fuglakrím er ongantíð staðfest í Føroyum. 

Fyri at avmarka vandan fyri smittuni, er forboð sett fyri at innflyta livandi fugl og egg til klekingar. 

Allir fuglar kunnu fáa krím

Allir fuglar kunnu fáa fuglakrím, eisini hønur, gæs og dunnur.

Vandin fyri, at sjúkan smittar fólk er sera lítil.

Virus kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. 

Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar, og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329