Nøkur hundrað síl eru eftir í Heygadali

Nøkur hundrað síl eru eftir í Heygadali
Røkt rindar dagbót fyri hvønn dag, felagið hevur síl, eftir at freistin er farin
Nøkur hundrað síl eru eftir í Heygadali, hóast freistin at taka tey av fór fyri tveimum mánaðum síðani.
 
30.08.2021 - 18:00

Hóast endaliga freistin at taka av øll tey føroysku ælabogasílini fór fyri meira enn tveimum mánaðum síðani, so hevur Røkt ikki fylgt boðunum frá myndugleikunum enn. 

Felagið hevur nøkur hundrað síl eftir í Heygadali í Vestmanna. Ætlanin er at hava tey har eina tíð aftrat, tí stjórin, Jóhan í Nirðistovu, vónar, at avgerðin hjá politikarunum verður broytt.

>>>DREPA SEINASTU ÆLABOGASÍLINI Í KVØLD, sí innslag her<<<

Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur tosað við fleiri politikarar, og hann væntar at fáa svar skjótt, so tað ber til at varðveita føroyska sílið.

Rinda dagbøtur

Men tað er ikki ókeypis hjá Røkt at ganga ímóti boðunum frá myndugleikunum. 

Røkt rindar nevniliga dagbøtur fyri hvønn dag, felagið hevur havt síl, eftir at freistin var farin mánadagin 21. juni.

Røkt vil ikki upplýsa fyri Kringvarpinum, hvussu stórar dagbøturnar eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823