Koronulinjan lagt hornið á

Koronulinjan lagt hornið á
34.000 ferðir hevur verið ringt til koronulinjuna seinastu 18 mánaðirnar
Koronulinjan er hildin uppat, men enn ber til at kunna seg á heimasíðuni og bíleggja koronukanning og koppseting.
 
31.08.2021 - 15:28

Nú ber ikki longur til at ringja til koronulinjuna at spyrja um ymiskt í sambandi við koronu.

Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímar seinastu 18 mánaðirnar, helt koronulinjan uppat klokkan trý seinnapartin.

- Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur, skrivar Heilsumálaráðið. 

Heimasíðan korona.fo er framvegis virkin við kunning, og eisini ber til at bóka tíð til koronukanning og koppseting fyri COVID-19 á koronu.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026