- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard
Føroyska smápartafelagið, Orkufelagið, har Ben Arabo er stjóri, hevur samráðingar við íslendska felagið, Skeljung, um at keypa dótturfelagið Magn.
Tað hevur Skeljungur boðað íslendska keypsskálanum frá í morgun.
Ben Arabo sigur við Útvarpið, at felagið hevur næstu átta vikurnar fingið einkarrætt at samráðast, men at partarnir longu eru samdir um tey yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið.
Nú verður arbeitt við at fáa fígging, og miðað verður eftir, at endaliga avtalan verður klár í november.
493 mió. kr.
Sambært fráboðanini, er keypsprísurin 606 milliónir krónur í okkara peningi. Við í søluprísinum er yvirtøka av skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti, so at sølan av partabrøvum er um 493 milliónir krónur í okkara peningi.
Keypsavtalan er treytað av, at partaeigararnir í Magn góðkenna søluna.
Stovnaðu felagið í februar
Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus stovnaðu 16. februar í ár smápartafelagið Orkufelagið.
Teitur Nolsøe Poulsen er nevndarformaður, og Ben Arabo stjóri.
Endamálsorðingin hjá felagnum er at stovna og reka orkukeldur, gera íløgur og annað virksemi í hesum sambandi.
Ben Arabo er stjóri í smápartafelagnum Orkufelagnum, sum ætlar at keypa Magn frá íslendingum.