Skúlin við Løgmannabreyt raktur av korona

bannari
Skúlin við Løgmannabreyt raktur av korona
Nú hava seks næmingar í 9. flokki og ein næmingur í 8. flokki fingið staðfest korona. Eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum hevur eisini fingið staðfest korona.
 
05.09.2021 - 14:37

Skúlin við Løgmannabreyt er raktur av korona í hesum døgum. Klokkan 13.30 í dag skrivaði skúlin á heimasíðuni, at nú eru seks næmingar í 9. flokki og ein næmingur í 8. flokki, sum hava fingið staðfest korona. 

Í gjár visti skúlin at siga á heimasíðuni, at ein næmingur hevði fingið staðfest koronu. Skúlin heitti tí í gjár á allar næmingar, øll foreldur og onnur avvarðandi, um at vera serliga varin komandi vikuna. 

Viðkomandi 9. floksnæmingur, ið fekk staðfest korona í gjár, hevur ikki verið í skúla síðani týsdagin 31. august. 

Umframt 9. floksnæmingin segði Skúlin við Løgmannabreyt eisini frá í gjár, at eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum hevur fingið staðfest korona, men helst er einki samband millum hesar tilburðir. Her hava foreldur fingið boð frá frítíðarskúlanum um, at øll børn í 1.,2. og 3. flokki skulu lata seg kanna sum skjótast.

Í dag er so støðan versnað aftur á skúlanum, nú 7 næmingar í 8. og 9. hava fingið staðfest korona.

 
Høgni Joensen, skúlastjóri sigur í boðum til Kringvarpið, at tølini eru ikki endalig enn, og tí fær skúlin einki sagt um støðuna júst nú. 
Hann sigur, at skúlin og koronavegleiðingin skifta í løtuni orð um, hvussu tey skulu handfara íkomnu støðuna. 

Skúlin sigur á heimasíðuni, at um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817