Fastognir: Skulu hava tilknýti til Føroya

Fastognir: Skulu hava tilknýti til Føroya
Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um fastognir og útlendingar er nú komið í løgtingið
Fólk, sum ikki hava búð í Føroyum ella í danska ríkinum annars í samanlagt fimm ár, skulu hava loyvi frá landsstýrinum til at ogna sær fastogn í Føroyum, stendur í uppskotinum hjá løgmanni.
 
08.09.2021 - 08:56

Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at fólk og fyritøkur, sum eiga fastogn í Føroyum, hava persónligt ella vinnuligt tilknýti til Føroya, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Uppskotið er, at fólk, sum ikki hava búð í Føroyum ella í danska ríkinum annars í samanlagt fimm ár, skulu hava loyvi frá landsstýrinum til at ogna sær fastogn í Føroyum.

Ein onnur loyvisskipan verður galdandi fyri feløg.

Sambært heimastýrislógini kann munur ikki gerast á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.

Tí er kravið, at fólk hava búð í Føroyum ella aðra staðni í danska ríkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040