Uppskot um integratiónslóg á veg í tingið

Uppskot um integratiónslóg á veg í tingið
Væleydnað integratión kann tó væntast at krevja munandi meira enn tað, sum landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar lyfta einsamallir, sigur Magnus Rasmussen. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2021 - 11:40

Eitt uppskot um integratiónslóg kemur í løgtingið í ár.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at Umhvørvis-og Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við uppskoti um lóg um integratión. 

Lógin verður ein karmur um integratiónsfremjandi tiltøk.

Lógvatak
Men væleydnað integratión kann væntast at krevja munandi meira enn tað, sum landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar lyfta einsamallir, sigur Magnus Rasmussen. 

Hann sigur, at arbeiðsgevarar, fólk yvirhøvur, felagsskapir, ítróttafeløg, kirkjur og samkomur noyðast at taka lógvatak saman fyri at fáa útlendingar í Føroyum við í vanliga lívið hjá føroyingum.

Annika Olsen spurdi eisini um undirvísing í føroyskum.

Landsstýrismaðurin svarar, at neyðugt verður at hækka játtanina til at undirvísa vaksum tilflytarum. Hon er 1,9 mió. kr. í ár.

Nú í september fara stívliga 30 lærarar í skúlaverkinum undir eftirútbúgving. 

Tey skulu læra at læra næmingar í fólkaskúlanum, sum hava føroyskt sum annaðmál, føroyskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037