Danmark: Koronasmittan ikki longur samfelagshóttandi

Danmark: Koronasmittan ikki longur samfelagshóttandi
Flestu koronaavmarkingar verða strikaðar í Danmark
 
10.09.2021 - 12:12

Koronasmittan er nú ikki mett at vera ein samfelagshóttandi sjúka í Danmark.

Flest allar avmarkingar fella burtur frá í dag av, og tí eru ongar avmarkingar á hvussu nógv fólk kunnu savnast, onki krav um munnbind og man skal heldur ikki vísa nakað koronapass.

Ístaðin fyri at vera samfelagshóttandi, verður covid-19 nú mett at vera ein alment farlig sjúka, eins og eitt nú ebola, pest og aðrar smittandi sjúkur.

Hóast flestu avmarkingar fella burtur, skal man tó framvegis vera í masku á flogvallum og í flogførum.

Jens Lundgren, sum er professari í infektiónssjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, sigur við TV2, at hóast avmarkingarnar nú flest allar fella burtur, er sjúkan tó enn í umferð, og kann blussa uppaftur. Tí kunnu ymsar avmarkingar koma aftur, men høvuðsorsøkin til at avmarkingarnar nú vera sleptar, er at nógv fólk hava tikið undir við koppingarætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444