- Tíðindi, mentan og ítróttur
Setanarnevnd meldað
Mentamálaráðið hevur meldað setanarnevndina í sambandi við skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla.
Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
- Mentamálaráðið hevur meldað ein leka í setanarnevndini í sambandi við setanartilgongdina, sigur aðalstjórin, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpið.
Dagur og vika bóru fríggjakvøldið tíðindini um skúlastýrið í Vestmanna skúla, sum stendur spyrjandi, tí at landsstýrismaðurin í mentamálum ikki fylgdi tilmælinum frá samdum setanarbólki og setti nummar eitt í innstillingini í starv sum skúlastjóra.
Setanarnevndin gjørdi tríggjar innstillingar til starvið.
Tann, sum setanarbólkurin metti vera best skikkaðan, sum skúlastjóri, varð innstillaður sum nummar eitt. - Setanarbólkurin metti, at fyrst innstillaði hevði bestu fakligu førleikarnar at vera skúlastjóri.
Næstbest-skikkaði varð innstillaður sum nummar tvey, og triðj-bestskikkaði sum nummar trý.
Men landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, sum hevur seinasta orðið, tá ið skúlastjórar skulu setast í starv, setti ikki tann, sum varð fyrst innstillaður, í starvið.
Kringvarpið veit, at Skúlastýrið í Vestmanna tí hevur biðið Mentamálaráðið um frágreiðing um, hví landsstýrismaðurin ikki fylgdi innstillingini.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur við útvarpið, at øll í setanarnevndini hava skrivað undir tagnarskyldu, tí einki skal koma út, tá eitt starv skal setast.
- Tí er hetta álvarsligt, og sakførarin hjá Mentamálaráðnum hevur mælt okkum til at melda lekan til løgregluna, sigur Poul Geert Hansen.
Jóna Seloy, limur í setanarnevndini, og sum eisini er forkvinna í skúlastýrinum í Vestmanna, váttar fyri útvarpinum, at hon er meldað til løgregluna.
Fráboðanina um tað fekk hon fríggjadagin.
Aðra viðmerking hevur hon ikki.