Nú er fyrsta skotið latið av

Nú er fyrsta skotið latið av
Nakað av fólki var komið saman til hátíðarhaldið í Árnafirði
Nakað av fólki var komið saman í Árnafirði at hátíðarhalda, at fyrsta skotið verður latið av.
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
30.09.2021 - 15:12

Seinnapartin hátíðarhald millum báðar teir gomlu tunlarnar í Árnafirði, nú fyrsta skotið til nýggja tunnilin millum Árnafjørð og Hvannasund varð latið av.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, beyð vælkomið. Síðani helt Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, røðu, áðrenn hann læt fyrsta skotið av.  

Nakað av fólki var komið saman við tunnilsmunnan, hóast eisini nógvur vindur og regn er í Árnafirði í dag.

Loystu fyrsta flagið í februar

Fyrsta flagið í sambandi við vegagerðina til nýggju tunlarnar norður um Fjall varð loyst í Ánunum mánadagin 8. februar.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6.500 metrar. 

Báðir tunlarnir verð boraðir úr Árnafirði, og byggifelagið Articon skal gera arbeiðið.

Tunlarnir norður um Fjall fara at kosta tilsamans 522 mió. kr., og teir verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Sí videobrot, tá fyrsta skotið varð latið av, her:

210930_DV_SKOT

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, bjóðar vælkomið. (Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216