Borgarstjóri forsetavalevni hjá sosialistunum

Borgarstjóri forsetavalevni hjá sosialistunum
Forsetaval verður í Fraklandi í apríl næsta ár
Anne Hidalgo, borgarstjóri í París, var fegin, tá tað var greitt, at hon verður forsetavalevni hjá sosialistunum í Fraklandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.10.2021 - 14:56

Anne Hidalgo, borgarstjóri í París, verður valevni hjá Sosialistaflokkinum á forsetavalinum í Fraklandi í apríl næsta ár.

Tá ið atkvøðurnar vórðu taldar á uppstillingarvalinum hjá flokkinum, hevði Hidalgo fingið 72 prosent av atkvøðunum.

Hitt valevnið var fyrrverandi landbúnaðarráðharrin, Stephane le Foll.

Skal spenna seg út

Hidalgo hevur gjørt vart við seg í umhvørvismálum í franska høvuðsstaðnum, og hjartamál hennara eru umhvørvisligir og sosialir spurningar.

Anne Hidalgo skal tó spenna seg út, um hon skal gerast fyrsta kvinna, sum er forseti í Fraklandi. 

Sambært meiningakanningum hevur hon minni undirtøku hjá fronsku veljarunum, enn sitandi forsetin, Emmanuel Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444