Noreg ger flestar djóraroyndir í Evropa

Noreg ger flestar djóraroyndir í Evropa
Umfatandi gransking við laksi og øðrum fiski hevur sett Noreg ovast á listan í Evropa yvir lond, sum brúka djór í kanningum
Savnsmynd
 
18.10.2021 - 08:34

Hagtøl frá norska Matvørueftirlitinum vísa, at laksur er greitt mest nýtta djór í djóraroyndum í Noregi, skrivar forskningsetikk.no.

1,7 milliónir laksar vóru nýttir til royndir við djórum í fjør. Tað svarar til 75 prosent av øllum djórum til kanningar.

Verða onnur fiskasløg roknað uppí, vóru í fjør 2,2 milliónir fiskar við í djóraroyndum.

Tore Kristiansen, granskingarleiðari á norska Havgranskingarstovninum, heldur, at talið kundi verið minni, men at tað gongur rætta vegin viðvíkjandi djóraroyndum.

"Í okkara mentan hugsa vit lítið um, hvussu fiskurin líður, og vit handfara hann, sum var tað grønmeti, men seinstu 10 árini hevur broyting eisini verið á hesum økinum," sigur hann, sambært NTB. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537