Skattainntøkurnar hjá Fugloyar kommunu hækkaðar

Skattainntøkurnar hjá Fugloyar kommunu hækkaðar
Fugloyar Kommuna hevur fingið 9,3 prosent meira inn í skatti fyrstu tríggjar ársfjórðingar í ár, enn um somu tíð í fjør
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 08:44

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár fekk Fugloyar kommuna 2 mió. kr. inn í skattainntøkum, meðan um somu tíð í fjør vóru komnar inn knappar 1,7 mió. kr.

Munurin er 326.000 krónur.

Fugloyar Kommuna hevur tað lægsta kommunuskattaprosentið í landinum.

Tað er 16 prosent, meðan kommunan eisini hevur tann hægsta barnafrádráttin, sum er 10.000 krónur.

Sambært hagstovuni búðu í oktober í ár 38 fólk í Fugloy. 28 í Kirkju og 10 í Hattarvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444