300 metrar eftir at bora

300 metrar eftir at bora
46 metrar vóru boraðir í Sandoyartunlinum seinastu vikuna
46 metrar vóru boraðir í síðstu viku, og nú eru 300 metrar eftir.
 
07.12.2021 - 09:45

Nú eru góðir 300 metrar eftir at bora í Sandoyartunlinum.

Í gjár søgdu tølini, at 4.863 metrar vóru boraðir Streymoyarmegin.

46 metrar vóru boraðir seinastu vikuna.

5.600 metrar eru boraðir Sandoyarmegin. Har eru teir givnir at bora.

Ætlanin var, at seinasta skotið í Sandoyartunlinum skuldi verða latið av í hesum árinum, men Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, hevur sagt, at tað verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV