Koronatablett góðkend í Danmark

bannari
Koronatablett góðkend í Danmark
Tablettirnar, sum eru frá heilivágsfyritøkuni Merck, minka um vandan fyri, at Covid-19 sjúkan gerst álvarslig hjá sjúklinginum
Merck-tablettin móti Covid-19 er nú góðkend í Danmark
 
16.12.2021 - 14:23

Koronasjúklingar í Danmark kunnu nú fáa tablettir sum part av viðgerðini.

Tað boðar danska Heilsustýrið frá í dag.

Talan er um persónar, sum eru í serligum vandabólki, sum hava koronu og hava sjúkueyðkenni.

 

Tálma virisinum at deilda seg

Tablettirnar, sum eru frá heilivágsfyritøkuni Merck, minka um vandan fyri, at Covid-19 sjúkan gerst álvarslig hjá sjúklinginum, men fyri at viðgerðin skal rigga, skal sjúklingurin í viðgerð í seinasta lagi fimm dagar eftir at fyrstu sjúkueyðkennini hava víst seg.

Sambært danska Heilsustýrinum virka tablettirnar soleiðis, at tær tálma førleikunum hjá virusinum at deila seg. Men talan er um eina nýggja viðgerð, og enn er ikki nógv granskað í henni.

 

Fleiri tablettir á veg

Ein kanning er tó gjørd við meir enn 1.400 sjúklingum, sum vísti, at ókoppsettir sjúklingar í serligum vandabólkum vóru í 30 prosent minni vanda fyri at verða innlagdir ella doyggja við koronu. 

Bara ókoppsettir sjúklingar vóru við í kanningini, og tískil vantar framvegis vitan um, hvørja ávirkan tablettirnar hava á koppsett fólk, sigur danska Heilsustýrið, sum hevur góðkent tablettina, hóast evropeiski heilivágsstovnurin EMA enn ikki hevur góðkent hana. Bretland góðkendi hesar tablettirnar í síðsta mánaði.

Fyritøkan Pfizer hevur eisini ment eina tablet móti Covid-19. Hendan tablettin bíðar eisini eftir góðkenning frá EMA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444