Lagnufundur í samgonguni í dag

Lagnufundur í samgonguni í dag
Lagnan hjá samgonguni kann eftir øllum at døma verða avgjørd í dag, tí tá fara formenninir í samgonguflokkunum á fund at umrøða kreppuna í samgonguni
Kl. 13 verður lagnan hjá samgonguni kanska avgjørd
Mynd: Savnsmynd / Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.12.2021 - 10:31

Greitt er, at samgongan í løtuni bert hevur stuðul frá 16 av 33 tingfólkum, eftir at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum tók seg úr samgonguni, tá ið málið um sammøður varð samtykt í farnu viku.

Hetta stendur Johan Dahl framvegis við, segði hann við Dag og viku í gjárkvøldið.

Lagnan hjá samgonguni kann tískil verða avgjørd í dag klokkan 13, tí tá fara formenninir úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, teir eru ávikavist Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, at viðgera spurningin um, hvussu samstarvið millum flokkarnar kann halda fram.

 

Sjálvstýri stendur klárt

Ein møguleiki er, at Sjálvstýri gerst ein partur av samgonguni, so at hon aftur fær ein parlamentariskan meiriluta upp á 17 tingfólk. 

Tað hevur flokkurin longu boðað frá, at hann ynskir, men afturfyri krevur flokkurin, at hann fær eitt landsstýrisfólk. 

Við útvarpstíðindini á middegi í gjár upplýsti Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, at hann tá ikki hevði verið í sambandi við løgmann um tilboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216