Steypakappinging í flogbólti byrjar

Steypakappinging í flogbólti byrjar
Í kvøld er fyrsti dysturin í steypakappingunum í flogbólti og næstu tvær vikurnar skal spælast um pláss í hálvfinalunum, sum verða spældar í Klaksvík í februar
ÍF vann steypakappingina við monnum í fjør eftir fimm-settara ímóti Mjølni
 
05.01.2022 - 12:45

Mjølnir og Ternan spæla í kvøld fyrsta dystin í steypakappingunum í flogbólti, sum eru á skránni tvær tær næstu vikurnar, skrivar Flogbóltssamband Føroya í facebook.

Spælt verður í bólkaspæli um pláss í hálvfinalunum, sum verða spældar í badmintonhøllini í Klaksvík 12. februar.

Bæði hjá kvinnum og monnum eru tveir bólkar. Hjá kvinnum eru Mjølnir, SÍ, KÍF og Ternan í bólki 1, meðan Fleyr, TB og Dráttur eru í bólki 2.

Hjá monnum eru ÍF, SÍ og Ternan í bólki 1, meðan Fleyr, Mjølnir A og Mjølnir B eru í bólki 2. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara í hálvfinalurnar.

Sjálvar finalurnar verður spældar í høllini á Hálsi 26. februar.

Í fjør vunnu kvinnurnar hjá SÍ steypafinaluna eftir dramatiskan fimm-settara ímóti Drátti, og hjá monnunum var ikki minni drama, tá ÍF tryggjaði sær steypið eftir 3-2 sigur á Mjølni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919