Landsstýrismaðurin roynir at finna pengar til Dalstunnilin

Landsstýrismaðurin roynir at finna pengar til Dalstunnilin
Verkætlanin bygdi upprunaliga á at játta níggju milliónir krónur um árið, men er nú steðga upp orsaka av manglandi fígging
Mynd: savnsmynd  
 
14.02.2022 - 15:16

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, roynir at finna pengar, so til ber at arbeiða við Dalstunlinum alt árið.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur fingið svar um Dalstunnilin.

Verkætlanin bygdi upprunaliga á at játta níggju milliónir krónur um árið. 

Hetta  merkir, at arbeiðast kann bara nakrar mánaðir um árið.  

 

Leitar aftur í ár

Í fjør fann landsstýrimaðurin pening til at arbeiða alt árið. 

Nú leitar landsstýrismaðurin eftir møguleikum fyri at seta arbeiðið í gongd aftur sum skjótast. 

Men til tess krevst játtan og tí verður kannað, um tað er møguligt at finna pegnar, sigur Jørgen Niclasen.

Bergholið til Dals verður 2,2 kilometrar langt. Boraðir eru 680 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV