Noyddust til Portugals við sjúkum ferðafólki

Noyddust til Portugals við sjúkum ferðafólki
Flogfarið hjá Atlantsflogi var á veg úr Gran Kanaria til Føroya, tá tað noyddist at seta seg í Algarve-floghavnini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2022 - 08:32

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways noyddist í gjár broyta at kós og seta seg  í Faro í Portugal, eftir at eitt ferðafólk kendi seg illa. 

Tá flogfarið var komið til Portgals, bleiv viðkomandi fluttur á sjúkrahús.

Talan var flogfarið úr Gran Kanaria, sum skuldi til Føroya.

Av tí at manningin á flogførum hevur strangar mannagongdir um hvílitíð, varð neyðugt hjá teimum - og harvið eisini øllum ferðafólkunum - at gista eina nátt í Portugal. 

Flogfarið fer úr Algarve floghavnini um níggju tíðina í morgun, og tað verður eftir ætlan í Føroyum um eitt-tíðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216