Tjørnuvík: Kanna møguleikarnar at stýra ferðsluni við ljósum

Tjørnuvík: Kanna møguleikarnar at stýra ferðsluni við ljósum
Ætlanin er at gera royndarverkætlan í summar
Í Tjørnuvík eru 20 bilpláss, men tað er ov lítið til nógvu ferðafólkini, sum koma hagar um summarið.
 
11.03.2022 - 10:56

Landsverk kannar nú, um tøkniliga ber til at stýra ferðsluni á Tjørnuvíkarvegnum við ljósum.

Fyrsti fundurin hevur verið millum Sunda kommunu og Landsverk um Tjørnuvíkarvegin.

Eitt úrslit er, at Landsverk kannar nú, um ferðslan í Líðini, har sum vegurin er smalstur, kann stýrast við einari ljósskipan. Talan er um 900 metrar.

Royndarverkætlan

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at Landsverk kannar, um hetta ber til tøkniliga í einari skjótari vend, tí ætlanin er at gera eina royndarverkætlan í summar.

Í Tjørnuvík eru 20 bilpláss. Men trupulleikin er, at tað eru ov fá til tey nógvu ferðafólkini, sum koma til Tjørnuvíkar um summarið.

Jógvan Kruse sigur, at í grótbrotinum í Vík er pláss fyri 30 bilum. Ætlanin er so at hava buss koyrandi millum Vík og Tjørnuvík.

Ætlanin er at gera eina royndarverkætlan, sum skal vara í tveir-tríggjar mánaðir í summar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444