Steðgur í semingsroynd

Steðgur í semingsroynd
Steðgur er í semingsroyndini millum reiðarar, skiparar og stýrimenn og maskinmenn.
 
10.04.2022 - 14:38

Semingsroyndin hevur vart í tríggjar dagar.

- Nú skal semingsstovunurin taka saman-um og taka støðu til, um haldast skal fram við semingsroyndini, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Fiskimannafelagið er ikki við, tí Semingsstovnurin bað tað og Reiðarafelagið fara aftur til samráðingarborðið.

Samráðingarnar vóru ikki búnar til Semingsstovnin fingu feløgini at vita.

Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið hittast í næstu viku.

Sáttmálarnir millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fóru úr gildi 1.apríl.

Fundurin hjá Semingsstovninum er í dag kl. 15.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216