Fyrsti ukrainin fingið uppihaldsloyvi í Føroyum

Fyrsti ukrainin fingið uppihaldsloyvi í Føroyum
Sunnudagin søktu fyrstu 15 ukrainarnir um uppihaldsloyvi, og í gjár var fyrsta loyvið avgreitt
Reyði Krossur Føroyar stendur fyri arbeiðinum at slúsa ukrainsku flóttafólkini út í føroyska samfelagið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2022 - 08:04

Fyrsti ukrainin hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum eftir serlógini, sum gevur fólki, sum eru rikin úr Ukraina, loyvi til fyribils at hava uppihald í Føroyum í upp til tvey ár.

Sunnudagin søktu fyrstu 15 ukrainarnir um uppihaldsloyvi, og í gjár var fyrsta loyvið avgreitt. 

Higartil hava okkurt um 40 ukrainar søkt um uppihaldsloyvi.

 

Kunnu fara til arbeiðis alt fyri eitt

Ukrainar, sum higartil eru komnir til Føroya, hava fingið eitt stað at búgva.

Men tey fara í móttøkuhúsið, sum Útlendingastovan og Reyði Krossur hava skipað í Føroya fólkaháskúla, fyri at avgreiða umsóknir um uppihaldsloyvi og fyri at verða kunnað um føroyska samfelagið.

Eyðkenni við serlógini samanborið við vanligu útlendingalóggávuna, er, at fólk, sum fáa fyribils uppihaldsloyvi, kunnu fara til arbeiðis alt fyri eitt, uttan at skula hava serskilt arbeiðsloyvi. 

Nakrir ukrainar fara væntandi til arbeiðis eftir páskir. 

Kunna um arbeiðsmarknaðin

Í næstum skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi tiltaki, har ukrainar í Føroyum verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin.

- Vit vita, at avbjóðingar kunnu stinga seg upp, og tí hava vit sett á stovn samskipandi eind, sum tryggjar eitt smidligt samstarv millum avvarðandi myndugleikar og tænastuveitarar, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Í samskipandi eindini eru Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið og Almannaverkið, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, løgreglan, Undirvísingarstýrið, Kommunufelagið og Reyði Krossur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297