Landsverk: Ov tíðliga at stovna felag til Suðuroyartunnil

Landsverk: Ov tíðliga at stovna felag til Suðuroyartunnil
Eitt alment partafelag er ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, sum bara hevur til endamáls at verja egin áhugamál, sigur Landsverk
Landsverk hevur mælt løgtinginum til at játta pening til Landsverk at gera forkanningarnar av nýggjari farleið til Suðuroyar lidnar fyrst.
Mynd: Savnsmynd  
 
06.05.2022 - 08:48

Tað er ov tíðliga at stovna alment partafelag, sum skal reka og byggja undirsjóvartunnil til Suðuroyar. 

Landsverk hevur mælt løgtinginum til at játta pening til Landsverk at gera forkanningarnar av nýggjari farleið til Suðuroyar lidnar fyrst.

Saman við øllum viðkomandi stovnum og ráðgevum vil Landsverk á tann hátt kunna kanna og fyrireika verkætlanina, so støða kann takast til, um verkætlanin skal fremjast, og á hvønn hátt.

Tað sigur Landsverk í frágreiðing um Suðuroyartunnilin.

Les frágreiðingina her

 

Bæði fyrimunir og vansar

Landsverk sigur, at leisturin við almennum partafeløgum, sum byggja undirsjóvartunlar, hevur eyðsýndar fyrimunir, tá ræður um fígging og møguleikan at áseta brúkaragjøld.

Men vansar eru eisini, tá talan er um viðurskifti, sum viðvíkja almenninginum í Føroyum.

Eitt alment partafelag er ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, sum bara hevur til endamáls at verja egin áhugamál. 

Hetta kemur til sjóndar í sambandi við alment innlit í millum annað rakstrar- og fíggjarroknskapir, sigur Landsverk.

 

Fleiri kanningar lidnar

Samfelagsligu, búskaparligu og umhvørvisligu forkanningarnar av einari nýggjari suðuroyarleið eru lidnar og latnar landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur Landsverk. 

Enn eru jarðfrøðiligu kanningarnar ikki lidnar, trygdarspurningurin skal avgreiðast og enn er eingin støða tikin til linjuføring.

Allar forkanningar skulu vera almennar, ikki í einum partafelagi, tí so hevur almenningurin atgongd til tær, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216