Carla Sands: Skilagott at keypa Grønland

Carla Sands: Skilagott at keypa Grønland
Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark sigur, at at Danmark hevur ikki ráð til at menna og verja Grønland
Carka Sands, fyrrverandi sendikvinna í Danmark, stillar nú upp til senatsval í USA.
 
09.05.2022 - 08:34

Tað var púra rætt hjá Donald Trump, at hann ætlaði at keypa Grønland frá Danmark.

Tí Danmark er ikki ført fyri at fíggja menningina og hervaldið í Grønlandi.

Tað sigur Carla Sands, sum var sendikvinna hjá USA í Danmark, meðan Donald Trump var forseti. Hon var sendikvinna frá 2017 til 2021.

 

Stillar upp til senatsval

Carla Sands stillar upp til senatsvalið í USA í Pennsylvania. Valið, sum er eitt undanval, er í november í ár. Sjálvt senatsvalið er næsta ár. 

Senatorurin hjá Pennsylvania, republikanarin Pat Toomey, stillar ikki uppaftur.

Carla Sands segði í einum pallborðskjaki hjá sjónvarpsstøðini, Newsmax TV, at Donald Trump er triði forsetin, sum kemur við uppskoti um at keypa Grønland, eitt frálíkt uppskot, segði hon.

Vit vita, at Danmark hevur ikki ráð til at menna og verja Grønland, segði Carla Sands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV