Laksaprísirnir seta met hvørja viku

Laksaprísirnir seta met hvørja viku
Í síðstu viku kostaði eitt kilo av laksi 94 krónur í okkara peningi
Laksaprísurin er meira enn tvífaldaður seinasta árið.
 
10.05.2022 - 13:27

Laksaprísirnir halda á at hækka og seta nýtt met hvørja viku.

Í síðstu viku kostaði eitt kilo av laksi í miðal 125 norskar krónur. Tað svarar til 94 krónur í okkara peningi.

Hetta er meira enn ein tvífalding av miðalprísinum fyri alt fjør, tá ið miðalprísurin var 58 norskar krónur. Tað svarar til 44 føroyskar krónur fyri hvørt kilo.

Hetta sæst í yvirliti á heimasíðuni Fish Pool, sum hevur savnað laksaprísirnar.

Prísirnir eru hækkaðir sera nógv alt hetta árið.

Føroysku laksaframleiðararnir fáa vanliga meira fyri laksin, enn onnur fáa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537