Útstykking í Leirvík um at vera liðug

Útstykking í Leirvík um at vera liðug
16 grundstykkir eru gjørd byggibúgvin, og tey verða boðin út eftir summarfrítíðina
Arbeiðið við útstykkingini í Leirvík verður liðugt fyrr enn væntað.
Mynd: Eysturkommuna  
 
23.05.2022 - 09:39

Útstykkingin í Leivík er um at vera liðug. 

Tað er komið so langt við arbeiðinum við nýggju útstykkingini, at nú verður asfalt lagt á vegirnar. Annað arbeiði er eisini um at vera liðugt, eitt nú avgrevstur, planering, kloakk- og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum.

Útstykkingararbeiðið skuldi vera liðugt í september í ár, men tað hevur gingið so væl, at arbeiðið verður liðugt longu í summar, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari. 

16 grundstykkir eru gjørd byggibúgvin, og tey verða boðin út eftir summarfrítíðina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Foytar greyðir: Verkfalsmatur
175766