Íslendingar hava ikki skrivað undir enn

Íslendingar hava ikki skrivað undir enn
Herjólfur III kemur eftir ætlan til Føroya fyrst í juni, og verður settur í sigling hálvan juli
Ætlanin er, at Herjólfur III skal fara í sigling um Suðuroyarfjørð um hálvan juli.
Mynd: Marine Traffic  
 
27.05.2022 - 18:00

Íslendingar hava enn ikki skrivað undir avtaluna við Strandferðsluna um at leiga Herjólf III til Suðuroyarsiglingina.

Leiguavtalan verður væntandi endalig í næstu viku.

Partarnir báðir, Strandfaraskip landsins og íslendska felagið, Vegagerðin, eru annars samd um leiguavtaluna, sum Strandferðslan skrivaði undir fyri góðari viku síðan.

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum landsins, vil ikki gera samrøðu um avtaluna, fyrr enn hon er endaliga undirskrivað av íslendingum.

 

Kemur fyrst í juni

Herjólfur III kemur helst til Føroya fyrst í juni mánaði, og skal vera klárur at fara í sigling um hálvan juli.

Ætlanin er, at Herjólfur skal sigla saman við Smyrli á Suðuroyarleiðini sum farmaskip, og fyri Smyril, tá hann fer í dokk seint í summar.

Smyril fer væntandi í dokk í Danmark 16.august, og kemur aftur fyrstu vikuna í oktober, upplýsa Strandfaraskip landsins.

Tá Smyril fer í dokk, er ætlanin, at Herjólfur III skal sigla tríggjar túrar um samdøgrið. Tveir túrar verða við ferðafólki og bilum um dagin, og um náttina verður ein túrur við farmi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211