Almannaverkið bíðar eftir handverkarum

Almannaverkið bíðar eftir handverkarum
Sólvit Nolsø hevur svarað fyrispurningi frá Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Sólvit Nolsø hevur svarað fyrispurningi um gamla HF-bygningin í Klaksvík.
 
31.05.2022 - 15:51

Tað dregur út at umvæla og útbyggja gamla bygningin hjá HF-skúlanum í Klaksvík, m.a. til endur- og viðlíkahaldsvenjing og økisdeildina hjá Almannaverkinum, og Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, hevur spurt landsstýrismannin í almannamálum, hvussu gongst við verkætlanini.

Sólvit Nolsø sigur, at ætlanin var at flyta í hølini móti sumri, men Almannaverkið hevur fingið at vita frá útleigaranum, at umbyggingin er seinkað, tí bíðað verður eftir handverkarum.

Hølini verða tessvegna tikin í nýtslu nakrar mánaðir seinni enn ætlað, sigur landsstýrismaðurin í svarinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216