Lýsa læraraútbúgvingina út í æsir

Lýsa læraraútbúgvingina út í æsir
Samstarvsráðið, sum skal gera arbeiðið, er nú mannað
Hetta er samstarvsráðið, sum skal lýsa læraraútbúgvingina. Páll Magnus Dam í Baianstovu vantar á myndini.
 
03.06.2022 - 10:10

Læraraútbúgvingin verður nú lýst út í æsir.

Samstarvsráðið, sum skal gera hetta arbeiðið, er nú mannað.

Limirnir í samstarvsráðnum eru:

  • Hans Harryson, sum Fróðskaparsetrið tilnevndi
  • Eyðun Gaard, sum Nám tilnevndi
  • Berlys Toftadal, sum Kommunufelagið tilnevndi
  • Jenny Lydersen, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum tilnevndi, hon er forkvinna í ráðnum
  • Eyðdis Eidesgaard, sum Undirvísingarstýrið tilnevndi
  • Vagn Foldbo, sum Fólkaskúlaráðið tilnevndi
  • Jacob Eli Olsen, sum Lærarafelagið tilnevndi 
  • Páll Magnus Dam í Baianstovu, sum tey læraralesandi tilnevndu.

 

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum.

 

Fyrsta stigið hjá Samstarvsráðnum er at lýsa læraraútbúgvingina, bæði skipan og innihald.

Kannast skal eisini, um samsvar er millum læraraútbúgvingina og arbeiðsøki fólkaskúlans og millum fólkaskúlalógina og læraraútbúgvingina.

Ráðið skal kanna, um starvsvenjingin hjá lærarum er í lagi og, um greiður samanhangur er millum læraraútbúgvingina og lærarayrkið, millum annað um nýútbúni lærarin er nóg væl brynjaður til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444