Vilja hava fleiri túrar við Sam og betri busssamband

Vilja hava fleiri túrar við Sam og betri busssamband
Visit Faroe Islands hevur ferðavinnuætlan fyri Kalsoynna
Sam eigur at gera fleiri túrar í Kalsoynna, stendur í frágreiðingini hjá Visit Faroe Islands.
 
10.06.2022 - 08:43

Nú er ein ferðavinnuætlan gjørd fyri Kalsoynna.

Arbeiðið at gera ferðavinnuætlan fyri oynna byrjaði við borgarafundi í februar, og nú er frágreiðingin liðug, skrivar Visit Faroe Islands.

Frágreiðingin vísir, at ferðavinnan í Kalsoynni er sum heild væl skipað, tó at fleiri viðurskifti kunnu skipast øðrvísi.

Sambært frágreiðingini er neyðugt, at Sam siglir fleiri túrar, at busssambandið í oynni verður betri, og at ein bíleggingarskipan til Sam verður gjørd.

 

Leiga súkklu

Frágreiðingin skjýtur eisini upp, at tað skal bera til at leiga sær súkklu fyri at minka um ferðsluna í oynni.

Neyðugt er eisini at fáa fleiri parkeringspláss, serliga á Trøllanesi, og nýggj skelting skal eisini betra um ferðsluviðurskiftini.

Strandferðslan hevur gjørt av, at Sam skal sigla fleiri túrar týsdag, hósdag og leygardag. Tann royndarskipanin er longu sett í verk, og verður galdandi til 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Nýggjastu sendingar í SV