Carla Sands: Vanligi danin hevur ikki ráð til at koyra bil

Carla Sands: Vanligi danin hevur ikki ráð til at koyra bil
Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, hevur skrivað á Twitter, at danska miðalstættin hevur ikki ráð til at brúka bil
Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan Carla Sands
 
11.06.2022 - 15:11

Tað var í sambandi við ein tíðindastubba hjá CNN um hækkandi prísirnir á brennievni í USA, at Carla Sands skrivaði soleiðis á Twitter:

"Eg havi sæð hetta fyrr. Í Danmark hava fólk í miðalstættini ikki ráð til at koyra bil. Tey hava súkklu og taka tokið til longri túrar. Sjafførurin hjá mær á sendistovuni kundi súkkla ein tíma í kava fyri at koma til arbeiðis. Hetta er framtíðin, sum Team Biden vil hava fyri amerikanarar. Men er hetta tað tú vilt hava?" 

Uppslagið hjá Carlu Sands hevur fingið nógvar danir at svara aftur, eisini danskar politikarar.

Fyrrverandi flutningsmálaráðharrin Benny Engelbrecht hevur lagt eina mynd út av sær sjálvum á súkklu og skrivar, at "eg kann vissa teg um, at tað at brúka eina súkklu til at koma fram inni í býnum er eitt val og ikki ein spurningur um pengar fyri flestu danir."

Og heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke skrivar, at "Vit eru glað fyri at súkkla, sum er bæði sunt og gott fyri umhvørvið, og tað verður til, at 'miðalstættin hevur ikki ráð til at koyra bil í Danmark'. Eg nokti at trúgva, at hon ikki veit betur."

Hetta er ikki fyrstu ferð, at republikanski flokkurin í USA hevur brúkt Danmark sum eitt slag av ræðumynd. Í 2018 segði ein sjónvarpsvertur hjá Fox News, at eingin í Danmark tímdi at arbeiða, og at eingin gjørdi seg lidnan við sína útbúgving, tí tey fingu pengar fyri at ganga í skúla.

Carla Sands var amerikansk sendikvinna í Danmark árini frá 2017 til 2021 og vitjaði eisini í Føroyum hetta tíðarskeiðið. Hon stillar nú upp til Senatið fyri republikanska flokkin í Pennsylvania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV