Nýggja neyðtøkulóggávan elvt til fleiri fráboðanir í Danmark

Nýggja neyðtøkulóggávan elvt til fleiri fráboðanir í Danmark
Síðani neyðtókulóggávan í Danmark broyttist til at verða samtykkigrundað, eru alsamt fleiri fráboðanir um neyðtøku gjørdar.
 
27.06.2022 - 13:32

Síðani revsilógin kravdi, at kynsligt samband krevur samtykki - tann sonevnda samtykkisgrundaða neyðtøkulóggávan, eru fleiri fráboðanir og skuldsetingar um neyðtøku komnar í Danmark.

Tað sigur Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann. Og hann sigur, at tað sama kann hugsast at henda í Føroyum, nú lógarbroytingin eisini er komin í Føroyum.

Tann 1. januar 2021 fekk samtykkigrundaða neyðtøkulógin gildi í Danmark. Og talið av fráboðanum nærum tvífaldað úr umleið 1400 í 2020 til umleið 2100 í 2021. Talið av skuldsetingum er eisini hækkað munandi, úr umleið 1100 í 2020 til umleið 1700 í 2021. 

Í Danmark fær politiið fleiri pengar til at hjálpa teimum, sum eru neyðtikin. Politiið í Føroyum fær ikki lut í hesum pengum, sigur løgmálaráðharrin. 

Taaln er tó ikki um pengar beinleiðis í sambandi við samtykkisgrundaðu neyðtøkulóggávana, men um eina tríára ætlan um at hjálpa neyðtiknum fólkum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444