Svimjihøllin í Runavík aftur á skrá

Svimjihøllin í Runavík aftur á skrá
Størsta íløgan í søguni hjá Runavíkar kommunu skal viðgerast á býráðsfundinum hóskvøldið.
 
29.06.2022 - 09:44

Hóskvøldið skal Runavíkar Býráð taka støðu til størstu íløguna, sum kommunan hevur gjørt. Talan er um at byggja eina svimjihøll í Runavík, sum fer at kosta 165 milliónir krónur.

Ætlanin er at gera ein arbeiðstakarasáttmála við Kanjon um at gera arbeiðið, og tað er hesin sáttmáli, sum skal viðgerast á býráðsfundi hóskvøldið. 

Tann 17. januar skrivaðu partarnir undir partalagsavtalu. Kanjon læt fyribils boð inn miðjan apríl. Síðan er boðið gjøgnumgingið av ráðgevum, sum mettu um prísin, og um sparingarátøk kundu gerast.

Kostar kommununi 165 milliónir 

Tað arbeiðið er nú liðugt, og Kanjon sigur seg kunna gera høvuðsarbeiðstakarasáttmála fyri 123 milliónir krónur.

Tá alt er tikið við, millumbygningar, príshækkingar, jarðhiti og mvg, verður prísurin fyri svimjihøllina 165 milliónir krónur.

5 milliónir krónur kunnu sparast, um oljufýring verður sett upp ístaðin fyri jarðhita. Mett verður at íløgan fyri jarðhita verður spard aftur eftir 5-8 árum.

Talan verður um eina framkomna svimjihøll. Har verður 25 metra hylur við 8 geilum og øðrum útbúnaði til bæði yngri og eldri.

Mentanardeildin mælir til at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku. 

Fíggjarleiðarin vísir á, at verkætlanin á 165 mió. kann fíggjast við at taka lán í ár, næsta ár og í 2024 upp á 30, 35 og 20 milliónir krónur, umframt kunnu brúkast ársfíggjaðar íløgur upp á 40 milliónir krónur í 2023 og í 2024.

Ikki full semja í kommununi

Tað er ikki full semja í kommununi um ætlanina. Ítróttarnevndin og tøkni- og umhvørvisnevndin hava viðgjørt verkætlanina, og tey mæla til at leggja málið fyri býráðið til støðutakan.  

Byggi- og býarskipanarnevndin mælir við einari atkvøðu til at taka undir við tilmælinum frá mentanardeildini, tvær atkvøður eru blankar, meðan ein er fyri at leggja málið fyri býráðið til støðutakan. 

Fíggjarnevndin mælir til, við 4 atkvøðum fyri og einari blankari, at taka undir við tilmælinum frá mentanardeildini um at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku. 

Samstundis skal býráðið taka støðu til eina umsókn frá BBP arkitektum um byggiloyvi til svimjihøllina, sum skal byggjast ímillum Apotekið og Bylgjuna.

Tekniska nevnd í býráðum mælir til at góðkenna byggiloyvið, og tað sama ger byggi- og býarskipanarnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216